Seinasta vetur hevði Vestmanna Kommuna fingið nóg mikið av, at tað er hon, ið hevur útreiðslurnar av ferjuleguni í bygdini. Ferjulegan er sambært vestmenningum ikki til gagns fyri bygdina, men harafturímóti er hon trygdin fyri sambandinum millum Vágoynna og meginøkið, ið tey halda, at tað almenna eigur at rinda kostnaðin av. Tískil gjørdi kommunan ikki mætari enn, at hon lýsti økið, har bilarøðirnar til ferjurnar vanliga eru, til leigu. Men hetta hjálpti lítið, og tí tók kommunan enn ógvusligari stig, og forðaði seinni ferjunum at leggja at ferjuleguni í ein dag. Hetta varð gjørt við at nýta ferjuleguna til landingarpláss fyri smábátum.
Eftir hesa roynd, eydnaðist tað kommununi at fáa samráðingar í lag við landsstýrið um, hvussu gjaldast skal fyri ferjuleguna. Hesar samrøðingarnar førdu við sær, at ein nevnd í Vinnumálastýrinum gjørdi eitt uppskot saman við Vestmanna Kommunu um ein gjaldingarhátt. Men sambært Gunn Joensen, bygdaráðsforkvinnu í Vestmanna, var uppleggið nógv broytt og kundi als ikki góðtakast, eftir at tað hevði verið á borðinum hjá landsstýrismanninum í vinnu- og samferðslumálum. Talan var rætt og slætt als ikki um sama upplegg.
Óltolin
? Vit eru ógvuliga ótolin eftir at finna eina loysn á málinum um ferjuleguna, men eg vænti ikki, at vit fara undir ógvuslig tiltøk, hvørki í dag ella í morgin, sigur Gunn Joensen, tá hon verður spurd, um kommunan hevur ætlanir um at seta tiltøk í verk, so ferjurnar hjá SL ikki sleppa at leggja at ferjuleguni í Vestmanna. Hon leggur afturat, at tað verður arbeitt við málinum. Nakrir fundir hava verið millum landsstýrið og kommununa, men eftir hennara tykki hendir ov lítið.
? Viðhvørt hava vit kenslu av, at glið er komið á, og at tað nærkast eini loysn, men so knappliga hendir einki hóast alt. Hetta ger málið ógvuliga tungt at arbeiða við.
Tað eydnaðist okkum ikki at fáa viðmerking frá Finnboga Arge, ið er landsstýrismaður bæði í vinnumálum og í samferðslumálum. Sambært skrivara hansara hevi hann eina ógvuliga tronga tíðarætlan í gjár áðrenn blaðið fór í pressuna. Hann skuldi millum annað á landsstýrisfund og á ymsikar aðrar fundir.