Lítil ella rættari sagt eingin ivi er um, at Gongurólvur fer at vinna FM. Tær hava vunnið allar fýra kappingarnar, og nú er tað bara ein spurningur, um tað fer at eydnast teimum at vinna FM heitið nú leygardagin, ella um tær skulu bíða inntil á Vestanstevnuni í Sandavági annan leygardag. Gongurólvur við kvinnum hevur ikki vunnið FM síðani í 1995.
Tvær tær síðstu ferðirnar hevur Jarnbardur rættuliga bjóðað Gongurólvi av. Soleiðis var eisini á Jóansøkuni. Jarnbardur fekk besta startin, og stóran part at 1000 metra teininum tóktist tað sum um, at tann eina vikan, sum tær umborð á Jarnbardi høvdu lagt afturat stuttu venjingartíðini, skuldi hava við sær, at tær fóru at vinna. Jarnbardur var fremstur, og tað var ikki fyrrenn í sjálvum endaspurtinum, at tær noyddust at geva skarvin yvir.
Gongurólvur hevði ongantíð slept Jarnbardi leysum. Í endaspurtinum megnaði Gongurólvur at leggja seg á odda, men tær umborð á Jarnbardi royndu at svara aftur. Tað eydnaðist ikki heilt, tí á málinum var Gongurólvur ein stóran skut ella eina lítla hálva bátslongd frammanfyri. Men avrikið hjá Jarnbardi kundi bent á, at tað eisini verður spennandi í Fuglafirði leygardagin.
Páll Fangi og Lómur vóru leingi við í kappingini. Lómur misti eitt sindur í endaspurtinum, meðan Páll Fangi var so mikið væl við, at munurin frá Gongurólvi og aftur til tær úr Klaksvík bara var ein bátslongd. Tað kundi bent á, at fleiri enn tveir bátar eisini fara at vera við í kappingini um fremstu plássini í næstu róðrunum.