Tað skuldi verða tann stóra kollveltingin, tá útskeldaði forsetin í FC Barcelona, Joseph Bartomeu, sendi venjaran og ítróttarstjóran heim, og setti meginpartin av liðnum til sølu, eftir liðið tapti 8-2 móti Bayern Munchen í Champions League.
Nú eru nakrar vikur síðani og lítið er hent. Ronald Koeman er nýggjur venjari, men fyrr enn avtalan við nú fyrrverandi venjaran, Quique Setién, er avgreidd, so sleppur hann ikki at standa á síðulinjuni til landskappingardystir. Quique Setién og leiðslan í FC Barcelona eru ósamd um fráfaringaravtaluna.
Einasti nýggi spælarin í hópinum er 20 ára gamli Trincão, meðan Ivan Rakitic er farin til Sevilla. Arbeitt hevur verið við at selja Arturo Vidal til Inter Milan og Luis Suarez til Juventus, men higartil er hvørgan seldur. Ronald Koeman hevur nú sagt, at tað er ein møguleiki at Luis Suarez heldur fram í felagnum, sjálvt um ovasta leiðslan hevur roynt at gúppað hann út.
FC Barcelona hevur verið sett í samband við Georginio Wijnaldum og Memphis Depay, sum eru landsmenn hjá Ronald Koeman, men higartil eru boðini, at ongin verður keyptur fyrr enn onkur er seldur.
Tá alt tað er sagt, so spældi FC Barcelona venjingardyst móti Girona í gjár. Her skoraði Lionel Messi tvey mál í 3-1 sigrinum. Hann er ónøgdur og vil sleppa úr felagnum, men hevur viðgingið at tað letur seg ikki gera í hesum steðginum.