Gongur illa hjá B36

Meistararnir vóru um reppið at fáa øll trý stigini við sær úr Fuglafirði, men hóast teir leiktu í yvirtali stóran part av dystinum, so máttu teir taka til takkar við 1-1-javnleiki

Meistararnir úr B36 hava borðreitt fyri alt ov svingandi avrikum til at kunna gera seg galdandi í odd­anum aftur í ár, og í Fuglafirði 2. hvítu­sunnu­dag løgdu teir seg eftir at finna fram góða gamla spælið.
ÍF hevði hinvegin av álvara fingið gongd á málskjótingina og skotið ikki færri enn 10 mál í teimum báð­um sigrunum, teir høvdu vunnið sær undan heimadystinum ímóti B36.

B36 á odda
Tað er líkt til, at B36 undir ong­um um­støðum vil sleppa liðskip­ara­num, Klæminti Matras, á mið­vøll­inum. Miðverjin, Jonas Flindt Rasmussen, var ikki við í dystinum vegna skaða, og í hansara stað varð Súni Olsen settur undir liðina á Atla Danielsen.
Kanska tað var ein serlig ætlan við hesum, tí Súni hevði nógv bóltin og við avbera góðu sendingunum hjá honum fingu teir bóltarnar skjótt fram til Lukasz Cieslewicz og Jákup á Borg, sum nú loksins aftur eru par í framrættaða spælinum. Hetta setti ÍF undir trýst í fyrra hálvleiki, men til tann avgerandi málmøguleikan kom B36 ikki. Tað kom ÍF hinvegin, og hildu teir eis­ini, at bólturin var innanfyri mál­strik­una eftir trunkaspæl, men hetta metti hjálpardómarin ikki.
Hinvegin legði B36 seg á odda stutt eftir. Lukasz Cieslewicz fekk bóltin á miðjum vølli og setti fulla ferð á mótvegis málinum. Hann bleiv feldur, men náddi at spæla bóltin til ein leysan Bárð Olsen, sum við frálíkt dømdum fyrimuni frá Peturi Reinert, takkaði fyri og sendi bóltin við handaru stong í málið til 1-0.
1-0 til B36 var eisini hálv­leiks­støðan.

Javnaðu í undirtali
Tað vóru bara leiktir tríggir minuttir av seinna hálvleiki, tá ið brekkan hjá ÍF sá út til at gerast brattari. Tá fekk liðskiparin, Bartal Eliasen, nevniliga sítt seinna gula kort eftir eina takkling á Jákup á Borg, og mátti ÍF tískil spæla restina av dystinum við 10 monnum.
Heldur enn at gagnnýta møgu­leikan í yvirtali, so legði B36 seg fyri tað mesta í verjustøðu. Hetta komst serliga av at teir mistu takið á mið­vøllin, og nakrir raskir fugl­firð­ingar megnaðu at leggja trýst á B36.
Einu ferðina rakti Uni R. Petersen á stongina, og var hetta bara eitt ávaringarskot til tað, sum hendi sjey minuttir fyri leiklok. Høgni Madsen langaði til ein leysan bólt uttanfyri feltið, og tá ið Meinhardt Joensen í B36-málinum ikki megnaði at halda bóltinum, var Clayton Nascimento á blettinum og við sínum sjeynda máli í ár javnaði hann til 1-1, sum eisini gjørdist endaliga úrslitið.