Kenda sangarinnan hevur í hesum døgum konsertir í Keypmannahavn. Men í kvøld veit Ekstrablaðið at siga, at konsertin í Forum gekk illa. Fólk reistust og fóru avstað, sambært blaðnum.
Røddin er ikki tað, hon einaferð var, verður sagt.
Seinnu árini hevur Whitney Houston eisini mest verið frammi í samband við villa lív sítt og rúsevnistrupulleikar. Og hetta hevur eftir øllum at døma merkt dámuna, sum hugtók øll fyri 10-15 árum síðani við vøkru rødd síni.Men hetta tykist vera søga nú.