Seinastu dystirnar hjá Vejle, hava teir føroysku landsliðsleikararnir Viljormur Davidsen, Jóan Símun Edmundsson og Sonni Ragnar Nattestad allir sitið uttanfyri við skaða.
Men nú sær ljósari út fyri teir føroysku landsliðsleikararnar.
Sonni Ragnar Nattestad spældi í gjár ein tíma, tá eykaliðið hjá Vejle spældi móti Hobro, meðan Jóan Símun Edmundsson eisini er við at vera klárur aftur. Jóan Símun verður nokk partur av liðnum hjá Vejle hósdagin, sum á heimavølli skal spæla móti HB Køge.
Einasti leikarin, ið framvegis hevur ein skaða at dragast við, er verjuleikarin Viljormur Davidsen. Viljormur Davidsen greiðir frá, at hann hevur eitt sindur av trupulleikum við lærkrikanum.
- Eg dugi ikki at siga hvussu leingi eg verið skaddur afturat, men eg vóni at eg kann spæla aftur skjótt.
- Eg spæli ikki við hósdagin móti HB Køge, men eg vóni at eg verið klárur til dystin, sum verður aftaná tann dystin.
Allir teir tríggir føroysku leikararnir skulu væntandi í eldin við føroyska landsliðnum um ein mánað, sum á heimavølli skal spæla móti Grikkalandi.