Gongur framá hjá Føroyingafelagnum í Esbjerg

– Fyri at siga sum er, so hevur felagið siglt í rættiliga tungum sjógvi seinastu árini, men nú ánast ein glotti fyri framman.

– Fyri at siga sum er, so hevur felagið siglt í rættiliga tungum sjógvi seinastu árini, men nú ánast ein glotti fyri framman.

 

Hetta sigur formaðurin í Føroyingafelagnum í Esbjerg, Óli Chr. Johansen. Í brátt komandi ári hátíðarheldur felagið 45 ára føðingardag, og lítil ivi man vera um, at hesin dagurin verður hildin við tí, ið danir nevna ”med både pompt og pragt”.

 

Væl gekst í byrjanini, tá ið felagið varð sett á stovn í 1970, men seinastu árini hava limirnir svikið so tað forslær, tá ið okkurt veitslu- ella mentanarkent hevur verið á skránni. Fleiri ferðir hevur nevndin tí kent seg noyddan til at avlýsa tiltøk, av tí at alt ov fá meldaðu seg til.

 

Men sum sagt, mangt er sum bendir á, at vend spakuliga er komin í. Herfyri var árligi jólafrokosturin á skránni, og tá luttóku ikki færri enn 70 fólk – og tað er met í nýggjari tíð. Samstundis vísa fleiri limir felagnum ans, tá ið kortspæl við meira er á skránni.

 

Í mong ár helt felagið til í leigaðum hølum í miðbýnum, men fyri umleið einum ári síðani varð viðtikið á einum aðalfundi at flyta í onnur høli í útjaðaranum í Esbjerg. 180 fólk eru limir í Føroyingafelagnum í Esbjerg.