Gongur einki í Miðvági

Tað er líkt til, at MB fer at fáa tað trupult í hesum kappingarárinum. Uppflytararnir hava framvegis einki stig fingið.

Næstbesta liðið hjá NSÍ vitjaði í Miðvági seinnapartin, og gestirnir vunnu 3-2. Eddie Mikkelsen og Rógvi Højgaard, sum stóð fyri tveimum málum, skutu málini hjá NSÍ. Málini hjá heimaliðnum stóðu John P. Poulsen og Poul Poulsen fyri.

MB tapti seinasta vikuskiftið á útivølli móti VB/Sumba, og skírisdag taptu teir 5-0 í steypakappingini á útivølli móti Víkingi.

 

MB ? NSÍ 2-3 (1-1)

0-1: Eddie Mikkelsen

1-1: John P. Poulsen

1-2: Rógvi Højgaard

1-3: Rógvi Højgaard

2-3: Poul Poulsen