Hvussu gongur hjá Lettlandi?
Ikki væl. Lettland fekk eina góða byrjan upp á HM-undankappingina við einum 1-0-sigri ímóti Andorra í fyrsta dystinum, men síðani tá hevur gingist stak illa. Teir næstu seks HM-undandystirnar hevur Lettland tapt, og av teimum seks landsdystunum, sum eru spældir í 2017 – harav tveir vinardystir ímóti Georgia og Estlandi – eru allir taptir.
Hvørjir eru ikki við í dag?
Tríggir av teimum, sum byrjaðu inni ímóti Føroyum í Lettlandi, eru ikki við hesaferð. Talan er um teir tríggjar útisetarnar Vitālijs Jagodinskis (Diósgyőr Miskolc, Ungarn - verjuleikari), Ivans Lukjanovs (Fakel Voronezh, Russland - vongleikari) og Vladislavs Gutkovskis (Bruk-Bet Termalica Nieciecza, Pólland - áleypari). Tveir av teimum, sum vórðu innskiftir tann dystin, eru heldur ikki við hesaferð. Teir eru Ģirts Karlsons (Liepāja, Lettland - áleypari) og Artūrs Zjuzins (Riga FC, Lettland - miðvallari).
Eisini í mun til seinasta landsdyst hjá Lettlandi, sum var eitt 3-0-tap ímóti Sveis 3. septembur, eru nakrir mans dotnir úr hópinum. Teir eru Eduards Tidenbergs (Ventspils, Lettland - vongleikari), Edgars Vardanjans (Spartaks Jurmala, Lettland - miðvallari) og Deniss Rakels (Lech Poznan, Pólland - áleypari).
Teir báðir síðstnevndu byrjaðu báðir inni ímóti Sveis, og umframt teir báðar eru tveir aðrir frá byrjunaruppstillingini ímóti Sveis, sum ikki eru við ímóti Føroyum. Talan er um teir báðar leikbannaðu Aleksandrs Solovjovs (FK RVS, Lettland - bakkur) og Dāvis Indrāns (FK Metta, Lettland - miðvallari).
Hvørjum skulu vit halda eyga við?
Hóast hann ikki hevur havt tað stóru eydnuna í felagsfótbólti, og hóast hann framvegis einans er 22 ára gamal, so er áleyparin, Valērijs Šabala, ein gullfuglur hjá Lettlandi. Eftir lettiskum mátistokki er hann ein málrevur og hevur skotið 10 mál í 36 landsdystum. Hann hevur tó einans skotið eitt mál hesa undankappingina, og hann hevur ikki skotið nakað mál í 2017. Royndasti maður á liðnum er vælvaksni miðverjin, Kaspars Gorkšs. Hann er 35 ára gamal, hevur spælt 88 landsdystir og er eisini liðskipari á liðnum. Hann hevur spælt nógv ár í enskum fótbólti, eitt nú yvir 100 dystir fyri Queens Park Rangers, men er nýliga vendur heimaftur at spæla við Riga FC.
Hvussu spælir Lettland?
Lettland spældi eina klassiska 4-4-2-uppstilling í 2-0-tapinum ímóti Føroyum í Riga, men venjarin, Marians Pahars, hevur síðani broytt spæliskipan og hevur seinastu fýra dystirnar spælt við einari 3-5-2. Í samrøðu við Sosialin sigur Lars Olsen seg vænta, at Lettland eisini í dag fer at spæla 3-5-2, og at hann tí hevur í hyggju at spæla við einari 4-4-1-1-uppstilling, har Róaldur Jakobsen – sambært okkara metingum – fer at spæla aftanfyri fremsta mann, Jóan Símun Edmundsson.
Hvør er favorittur?
Føroyar. Tó einans lítlir favorittar. Veddingarfyritøkur meta, at Føroyar hava 36% møguleika fyri at vinna dystin. Sannlíkindini fyri javnleiki eru 32%, og sannlíkindini fyri lettiskum sigri eru somuleiðis 32%. Mest sannlíku úrslitini eru 1-1 ella 0-0, men tað eru eisini mett at vera lutfalsliga góð sannlíkindi fyri, at Føroyar vinna 1-0.
Dysturin ímillum Føroyar og Lettland verður á Tórsvølli kl.17.00. Rás2 sigur beinleiðis frá dystinum, umframt at beinleiðis tekstafrásøgn verður at lesa her á in.fo.