Gongst óføra væl í Athen

Tað gongst væl hjá føroysku ítróttafólkunum í Special Olympics í Athen. Í dag hava tey vunnið trý gullheiðursmerki og tvey bronsuheiðursmerki. Haraftrat settu ungu føroysku ítróttafólkini seks persónlig met.

René Líð Thomsen gjørdist vinnari í boccia fyri einstaklingar.

Portalurin frættir úr Athen, at talan var um eina rættiliga spennandi finalu. Tá dysturin var liðugur, stóð á jøvnum, so farið varð undir eitt eykaumfar, sum eisini endaði javnt. Dysturin bleiv avgjørdur við straffikøstum, og har var René tann sterkasti, og vann dystin og gullið.

Theodor Esmar Hansen luttók eisini í hesi kapping, men hann megnaði ikki at spæla seg til endaspølini.

Í svimjihøllini var eisini spenningur um heiðurspláss og tíðir. Eivindur Toftegaard og Robert Poulsen kappaðust í 50 m. frísvimjing í finaluni. Teir settu báðir persónligt met. Eivindur við tíðini 36,65 sek. og Robert við 31,93 sek. Robert varð fyrstur á mál í sínum bólki og vann harvið gull. Eivindur kom á fjórða plássi.

Tórður Hjalt Jacobsen og Júst í Túni, sum luttaka í frælsum ítrótti, hava staðið seg sera væl. Báðir settu persónlig met á 200 m. teininum í dag, Tórður við tíðini 26,55 sek. og Júst við 26,58 sek. Hetta rakk til eitt fjórða pláss hjá Jústi, og Tórður vann bronsu í kappingini.

Tær báðar, Meiken og Rannvá, hava eisini kappast í dag. Hetta var um finaluna á 100 m. teininum. Meiken kom á mál sum nummar trý við tíðini 16,97 sek., og Rannvá vann gull við tíðini 16,01 sek. Báðar settu persónlig met.

Føroyar hava staðið seg sera væl í kappingini og hava higartil vunnið samanlagt fýra gull, eina silvur og fýra bronsu-medaljur.

Kappingarnar halda fram til sunnudagin, og føroyska liðið verður aftur í Føroyum týskvøldið