Gjáramorgunin fóru umboð fyri Starvsmannafelagið til samráðingar um serkrøvini hjá felagnum. Hinumegin borðið sita umboð fyri Fíggjarmálaráðið, Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og SEV.
Hetta er triði fundurin um serkrøvini, ið skulu bøta um ávís viðurskifti í sáttmálanum hjá Starvsmannafelagnum.
Higartil hava samráðingarnar gingið væl, og næsti fundur verður í morgin.
Úrslitið av sersamráðingunum er sjálvsagt tengt at úrslitinum frá felags samráðingunum, sum Fakfelagssamstarvið fór undir fyrr í ár.
Næsti felags samráðingarfundur millum Fakfelagssamstarvið, Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið verður mánadagin 19. september kl. 13.
Sáttmálin gongur út 1. oktober, so miðað verður eftir, at avtalan er komin í hús til ta tíð.