Gongd er komin á – men tað skal nógv til

Boðini frá landsstýrinum um at lata samfelagið upp, komu nakrar dagar ov seint, halda tey í Smyril Line

Telefonirnar eru aftur farnar at ringja hjá Smyril Line. Fyri eini viku síðani linkaði Landsstýrið tilmælini til tey, sum koma til Føroya, tí nú er ikki neyðugt hjá teimum at fara í sóttarhald, tá ið tey koma. Sostatt kunnu tey fara á matstovur, í biograf, á sjónleik, og annað, tey skulu bara halda seg frá stórum veitslum og øðrum mannfjøldum. Tey, sum eru liðugt koppsett, ella tey, sum hava havt koronu, skulu ikki longur í sóttarhald yviryøvur.

 

Henny á Líknargøtu, sølu- og marknaðarleiðari á Smyril Line, sigur, at síðani hesa fráboðanina frá Landsstýrinum, eru telefonirnar farnar at ringja aftur og tað er, so smátt, við at koma gongd á bíleggingarnar.

 

Men hon ásannar, at tað er eitt stórt hol at fylla, so tað skal nógv til og tað hava longu nú gjørt sær greitt, at árið í ár verður ikki nakað, sum fer at líkjast einum vanligum ári. Samstundis harmast hon um, at boðini frá landsstýrinum um, at treytirnar fyri tey, sum koma til Føroya, eru linkaðar, komu nakrar dagar ov seint. Tá vóru boðini nevniliga longu komin um, at tað bar til at ferðast til fleiri øki í Suðurevropa, so har mistu vit ein stóran kappingarfyrimun av tí at vit vóru ov sein, heldur hon.

 

–  Vit eru í grótharðari kapping við øll onnur ferðamál, tí teir evropearar, vit kundu fáa hendavegin, kunnu nú fara alla møguliga staðni. Vit hava longu mist alt tað fyrra hálvárið í ár, men vit vóna at fáa nakað sum líkist av bíleggingum til seinni í summar, í juli, august og september. Tað ger eisini mun, at íslendingar so spakiliga eru farnir at lata markið upp, tí Norrøna fær eisini bíleggingar frá ferðafólki, sum ætla sær til Íslands.

 

Henny á Líknargøtu sigur, at eini 75 prosent av teimum bíleggingum, tey hava fingið, eru frá útlendingum og eini 25 prosent eru frá føroyingum, og tað er tað vanliga býtið.