Gomul spælitelda í nýggjari útgávu

40 ár eftir at Atari 2600 varð settur til sølu, kemur ein nýggj spælistøð  frá Atari nevnd Ataribox, skrivar tek.no.

 

Í gjár vísti Atari fyrstu myndirnar av nýggju spælistøðini og kunning um hana. Felagið sigur, at tey hava megnað at sameina eitt nýmótans skap við klassiska Atari-stílin. Atari sigur, at talan er um eina spælistøð og stovuteldu í einum.

 

Ataribox kemur við eini røð av klassisku atarispølunum umframt fleiri nýggjum spølum. Eisini verður gjørligt at koyra spøl frá øðrum skipanum, tó bara, um hesi eru bygd á Linux, sum Ataribox koyrir.

 

Í USA fer prísurin at liggja á umleið 2.000 krónum, skrivar norska Teknikmagasinet, tek.no.