Gomul og sjúk seta sjúkrarøktarfrøðing í hálsin

»Navnið Landsverkfrøðingurin er eisini eitt langt og tungt navn og riggar ikki so væl í útlendskum høpi« stendur á heimasíðuni hjá Landsverki sum ein av grundgevingunum fyri, at navnið er broytt frá Landsverkfrøðinginum til Landsverk.

Í hesum samanhangi nevndi onkur, at var Landsverkfrøðingurin tungt, hvussu er so hjá álvarsliga sjúkum og gomlum, sum liggja á Landssjúkrahúsinum?
»Kann eg sleppa at tosa við ein sjúkrarøktarfrøðing?«
Nei, neyvan, tí komin hálva leið í orðinum, orka tey neyvan longur ella, so fløkjast tey í orðinum. Men tað sum verður roknað tungt fyri útlendingar, verður, sum tað sær út, helst roknað sum peanuts fyri álvarsliga sjúk og gomul.
Neyvan finst nakað tyngri orð, hugsað vit um høpið, orðið verður nýtt í, og higartil havi eg ikki hoyrt nakran vanligan føroying nýtt orðið. Sjúkrasystir ella sjúkrapleyirska verður nýtt, og grundgevingin er altíð hin sama: Orðið er ov tvørligt og tungt.
Í fleiri førum hevur eydnast at finna orð, sum bæði liggja væl í munninum, eru løtt at siga og minnast, og fella náttúrlig. Dømi eru td. tyrla, telda, hvirla, fløga, rennifjøl og prutl. Sjálvur havi eg eitt starvsheiti, sum tey flestu seta í hálsin: nervanámsfrøðingur, og hvørja ferð eg nýti tað, spyrja fólk hvat í víðu verð tað er. Sigi eg hinvegin danska heitið, neuropædagog, so vita tey kanska ikki hvat tað inniber, men eina ábending fáa tey hóast alt.
Men sjúkrarøktarfrøðingur!?!?
Verfaðir segði skemtandi í hesum sambandi, at nú var hann ikki longur skipstimbrari, men skiparøktarfrøðingur, og heilt skeivur fór hann ikki, tí tað er eins láturligt sum sjúkrarøktarfrøðingur.
Vónandi slær sama hugsan ígjøgnum á Landssjúkrahúsinum, sum at enda hevur nátt klóku høvdini hjá Landsverki og Fróðskaparsetrinum so vit sleppa undan hasum ónýtiliga og tvørliga orði.
Hvussu tað so skal eita: Sjúkrasystir og sjúkrabeiggi vóru hóast alt góð orð, hóast tað seinna ljóðar eitt sindur barnsligt. Men hvussu við sjúkrarøktari? Tað samsvarar væl við tað danska sygeplejerske og tað svenska sjukskjøterska.
Mín áheitan til okkara mangan gløggu orðasmiðir er, at teir eisini hugsa hvørjum høpi orðini verða nýtt í og hvørji tey eru, sum kunnu hava stórar trupulleikar við orðinum.
Eitt er í øllum føri víst: Orðið sjúkrarøktarfrøðingur fer ongatíð at finna frama millum manna, og hvussu so enn summi royna at nýta tað á skrivt, so verða sjúkrasystir ella sjúkrapleyirska nýtt av 99% av fólkinum. Og tá er bert eftir at spyrja: Hvat skulu vit við einum orði, sum eingin nýtir?