Gomul familjufyritøka í Havn fer nú at gevast

Bakaríið hjá Gunnleivi í Havn syngur nú sítt síðsta vers og tey 50 fólkini verða søgd upp fyri ikki at binda ein møguligan nýggjan eigara

Býarmynd

Nú fer ein av kendu familjufyritøkunum hesi seinastu 40 árini í Havn í søguna og samstundis er vandu fyri, at ein býarmynd, sum hvørt mansbarn kennir, fer at hvørva.
Talan er um bakaran hjá Gunnleivi í Havn, sum nú fer at sløkkja ovnarar og at halda uppat.
Carl Mouritsen, sum eigur bakaríið, váttar fyri Sosialinum, at hann fer at gevast einaferð næsta ár.
Samstundis fer hann at lýsa fyritøkuna til sølu fyri at vita, um áhugi er fyri at reka tað víðari
Sjálvur væntar hann, at onkur fer at føra fyritøkuna víðari.
Tað arbeiða eini 50 fólk hjá fyritøkuni og tey verða nú uppsøgd fyri at geva einum møguligum nýggjum eigara fríar ræsur at leggja til rættis, sum hann vil.
Carl Mouritsen sigur, at fyrispurningar eru, men hann vil ikki siga meiri um tað.
Akkurát nær hann gevst, er ikki heilt greitt enn, men viðskiftafólkini fara í hvussu so er ikki at merkja nakað sum helst og tá ið broytingar vera, fáa viðskiftafólk tað í hvussu so er at vita í góðari tíð, áðrenn nakað hendir.
Hann sigur, at fæst ikki eitt nøktandi tilboð fyri fyritøkuna, er ein nýggj støða, sum hann má taka støðu til tá.
Bakaríið hjá Gunnleivi varð sett á stovn í 1965 við bakaríið og handli á Gripsvegnum í Havn.
Men seinni er fyritøkan munandi vaksin. Húsið á Gripsvegnum varð selt og hon hevur nú stórt bakaríð og handil á Hoyvíksvegnum, umframt ein stóran handil á Landavegnum.
Harumframt lata tey bakaravørur til ein hóp av handlum runt umkring.
Carl Mouritsen, sum nú eigur bakaríið, er sonur Gunnleiv, sum byrjaði tað í 1965.
Eg havi verið uppi í hesum her alt mítt lív og hesi seinastu 20 árini, havi eg verið stjóri, sigur Carl Mouritsen.
Hann sigur, at hann tískil hevur hug at royna okkurt annað.
Men, hvat hann hugsar um, vil hann ikki út við.
Eg eri nú 46 ára gamal, so skal eg royna okkurt nýtt, skal tað vera nú, leggur hann afturat.
Carl Mouritsen ásannar eisini, at kappingin í bakaravinnuni er blivin gróthørð og eftir eitt langt lív í vinnuni er hugurin ikki tann sami longur og so heldur hann at tað er best at gevast ímeðan væl er.