Eins og undanfarin ár skipar áhugafelagið Føroya Ellisakfør fyri útferð við gomlum akførum Kristi himmalferðardag. Hesaferð gongur leiðin til Hvannasunds tann 17. mai
Í tíðindaskrivi sigur formaðurin í áhugafelagnum Føroya Ellisakfør Eirikur Ólason Simonsen, vegna nevndina í felagnum: ”Møtið fjølment Kristi himmalferðardag hin 17. mai kl. 10.00 stundisliga. Við ella uttan ellisakførum í felagshølinum yviri við Strond 22. Ferðin gongur norður í Hvannasund har vit m.a. vitja motorsavnið, eisini verður okkurt til matna”.
Heimasíðan hjá Føroya Ellisakførum: www.ellisakfor.com