Gøtuhondbóltur á Vaglinum mánadagin

Komandi mánadag kl. 13.30 verður Vaglið í miðbýnum í Havn karmur um áhugavert tiltak, tá BankNordik skipar fyri gøtuhondbólti, har hondbóltsspælarar úr danska stórliðnum, KIF Kolding København eisini verða við.

 

Hetta er fyrstu ferð, at skipað verður fyri gøtuhondbólti í Føroyum. Gøtuhondbóltur snýr seg um spæl, rørslu og um at geva børnunum eina góða uppliving við bóltspæli. Øll kunnu vera við, og tað snýr seg ikki um kapping ella um at finna vinnarar og taparar. Børnini fáa møguleika at royna eitt øðrvísi slag av hondbóltsspæli, og endamálið er at eggja øllum børnum til at taka lut í ítrótti - uttan mun til førleikar og umstøður.

 

Lasse Boesen, ið er upphavsmaður at gøtuhondbóltinum, verður saman við Simon Jensen, liðfelaganum úr KIF Kolding København, sjálvur við á Vaglinum, tá børnini sleppa at royna seg. Aftrat donsku hondbóltsspælarunum verða Neistaleikarar eisini til staðar, og saman fara hondbóltsspælararnir at leggja børnunum lag á við bleyta, grøna bóltinum, ið er framleiddur til júst gøtuhondbólt.

 

Undir myndini er eitt prát við Morten Hust Petersen um gøtuhondbóltin, sum verður á Vaglinum mánadagin.