Góður streymur - men høgætt og nakað av vindi

Øll ísfiskalínuskipini liggja, men frystilínuskipini eru øll til fiskiskap uttan eitt.

 

Í løtuni er einki ísfiskalínuskip til fiskiskap, men væntandi fer okkurt út aftur í næstum.

 

- Øll frystilínuskipini uttan eitt eru til fiskiskap. Onkur skip landa í næstu viku, men tey flestu landa í aðru viku.

 

Tað vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga í dag.

 

Um útróðrarlíkindini í næstu viku verður sagt, at streymurin verður góður.

 

Men, hann verður liggandi við høgætt, og tað verður nakað av vindi tað mesta av vikuni.

 

- Tað verður ikki nógvur útróður norðanfyri, men helst fer onkur út, har ættin passar betri.

 

Lagt verður aftrat, at útróðrarbátarnir fáa mest av hýsu og so nakað av toski.