TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðu, sum var gjørd við aðalskrivaran í Bláa Krossi, Frants Jensen fyrr í kvøld.
Frants Jensen letur væl at degnum. Sjálvur hevur hann savnað inn í Havn í dag. Bússuberarnir hava verið væl móttiknir, og nógv hava eisini nýtt høvið at senda sms-boðini "bk" til 1910, og harvið stuðla.
Tey økini, sum ikki vóru rokkin í dag verða gingin tíðliga í komandi viku. Endaliga úrslitið av innsavningini fyriliggur seinni í mai mánað.