Lat meg byrja við at ynskja skótaliði KFUM’s í Havn – teimum grønu skótunum – hjartaliga tillukku við 85 ára stovningardegnum.
Fyri smáum trimum vikum síðani hátíðarhildu vit 100 ára dagin hjá Skótafylking Sigmund Brestissonar – teimum gulu skótunum.
Tað var samstundis ein markering av, at føroyska skótarørslan sum heild hevur eina øld á baki.
Spírin til KFUM-skótarnar í Havn var ein túrur hjá nøkrum unglingum í Vági á sumri í 1940.
Har hevði Thulesen prestur stovnað skótalið, og tað kveikti áhugan hjá ungu havnarmonnunum.
Á veg við “Smirli” aftur til Havnar samdust um at gera eina roynd at stovna KFUM-skótar í Havn.
Teir fyrireikaðu seg gjøgnum veturin og fingu góða hjalp frá tveimum, ið longu høvdu royndir frá skótalívinum.
Tað vóru Albert Hansen, ið hevði verið skóti niðri, og Mortan Mørk, ið hevði verið gulur skóti.
Hesir báðir løgdu teimum yngru lag á, so teir sunnudagin 9. februar í 1941 kundu seta sítt egna skótalið á stovn.
Ta allarfyrstu tíðina hildu skótarnir til í Kongagøtu, men fluttu skjótt í Losjuna við Tinghúsvegin, har teir vóru næstu árini.
Tá ið so hesin bygningurin hjá KFUM kom á hvítusunnu í 1952, fingust betri umstøður, og her eru skótarnir enn.
Eg kann til stuttleika nevna, at ta fyrstu patruljuna mannaðu Óla Bjørn Viðstein, Torbjørn Sørensen, Karl Olsen og Petur Lava Olsen.
Longu á páskum í 1941 vóru grønu skótarnir á síni fyrstu legu, sum var í Kvívík, ið tá var langt frá Havnini.
Skótarnir fóru við postbátinum til Kollafjarðar og gingu so til Kvívíkar, har teir svóvu í skúlanum.
Á heysti í 1943 komu fyrstu úlvaungarnir, og soleiðis vaks arbeiðið so líðandi.
Hóast tíðirnar eru broyttar, er grundarlagið undir skótaarbeiðinum enn tað sama.
So vítt møguligt gongur skótalívið fyri seg uttandura og gjarna úti í Guds fríu natúru.
Skótar læra at samstarva, samstundis sum teir bjóða sær sjálvum og hvørjum øðrum av.
Tað snýr seg um at læra tingini við at gera tey sjálvur og soleiðis at taka ábyrgd.
Orðatakið “ungur nemur, gamal fremur” kemur tí veruliga til sín rætt hjá skótunum.
Ikki minst sæst ofta aftur seinni í lívinum, at skótalærdómurin hongur við.
Skótalívið er ein sterstakur felagsskapur, ið gevur samanhald og vinarløg, ið halda fyri lívið.
Eg kann siga fyri meg sjálvan, at hetta havi eg upplivað sum gulur skóti hinu megin ánna.
Sjálvandi var – og er enn – ein ávís kapping millum gulu og grønu skótarnar, men upp á tann góða mátan.
Og so vil eg fegin leggja aftrat, at vinarbondini so sanniliga eisini rukku yvir um ánna.
Sum so ofta, eru tað eisini her eldsálir, ið dríva verkið, og eg má nevna Kjartan Dalsgaard.
Hann var í fleiri áratíggjur ein drívmegi, ið rakk langt út um bara grønu skótarnar her á staðnum.
Kjartan stríddist fyri altjóða viðurkenning, gekk undan við skótadeplinum á Selatrað og tók mong onnur tøk.
Eisini vil eg nevna núverandi bólkaleiðaran hjá grønu skótunum við fleiri góðum leiðarum, Boga Sigurstein, sum eisini hevur verið ótroyttiligur og gingið undan.
Skótaarbeiðið er ein týðandi táttur í tí barna- og ungdómsarbeiðinum í Havnini, og tað kann ikki virðismetast nóg høgt.
Hesi 85 árini síðani stovnan, hava KFUM-skótarnir í Havn verið ein týðandi partur av býarmyndini.
Grønu skótarnir hava verið sjónskir, og tá hugsi eg ikki bara um grækarismessu og flaggdagin, men í so mongum høpi.
Eitt dømi um tað er Heinastova í Likkudali, nakað vestan fyri grótbrótið í Glyvurshaganum.
Hann yvirtóku tit frá KFUM-skótunum á Argjum og settu í stand, so hon er hóskilig hjá eini skótapatrulja at gista í. Eg hevði tað gleði, at verða saman við grønu skótunum ein heilan dag í Likkudali til skótakapping. Ein sera góður dagur skal sigast, við nógvum upplivingum.
Eitt annað er skótadepilin millum Tjarna í Havnardali, ið gevur eitt ótal av møguleikum til skótalegur, skótafundir, dagstúrar og annað.
Flaggdagin í 2012 fekk eg heiðurin, sum borgarstjóri at loysa fyrsta flagið, og í dag gongur sjón fyri søgn, hvussu nógv tit hava fingið burturúr.
Holm-smiðjan har er uppkallað eftir Niels Holm-Petersen, ringpallurin eitur Tórgarð eftir Axel og bálsmáttan Í Geil eftir Djóna.
Skýlini bera nøvn eftir beiggjunum Torbjørn og Poul Sørensen, og tjaldvøllurin eitur Við Stein eftir Óla Bjørn.
Hesir, sum eg nú nevndi – og fleiri aftrat – teljast millum tykkara slóðarar, ið tit minnast á henda hátt.
Tit eru slóðararnir í dag, og við millum 170 og 180 limum eru tit ein týðandi partur av barna- og ungdómsarbeiðinum í Havnini.
Tilsamans hava tit einar 100 úlvaungar, skótar og ungdómsskótar, umframt einar 20 leiðarar.
Tit fylgja við tíðini, má sigast, tí ein lítil helvt av hesum eru gentur.
Og tit skulu vita, at tað góða, tit her leggja niður í børnini og tey ungu, kemur altíð aftur.
Royndirnar eru, at tað vísir seg í dyggum og ábyrgdarfullum samfelagsborgarum á øllum økjum.
Tí er eisini neyðugt, at vit geva hesum arbeiði bestu karmar, so tað ikki skal køvast, men mennast.
Síðani alheims skótarørslan sá dagsins ljós í 1907, hevur hon vaksið seg stóra og sterka kring allan knøttin.
Tað kunnu vit eisini gleðast um í Føroyum, tí her hava vit um 1200 virknar skótar um alt landið.
Tit eru partur av ein av heimsins størstu ungdómsrørslum, ið telur um 60 milliónir skótar í stórt sæð øllum heimsins londum.
Næsta ár eru 120 ár liðin, síðan hjúnuni Baden – Powell í 1907 løgdu lunnar undir skótarrørsluna. Í morgin 22. Februar hevur Robert Baden Powell føðingardag.
Drívið endiliga á, tí tit eru ikki einsamøll um tykkara arbeiði, men eiga milliónir av javnlíkum um allan heim.
Nú vit halda 85 ára stovningardagin hjá grønu skótunum í Havn, vil býurin eisini geva tykkum eina lítla gávu til høvið.
Vegna Tórshavnar kommunu skal eg biðja bólkaleiðaran í Skótaliði KFUM’s, Boga Sigurstein, um at koma upp higar at taka ímóti.
(handan av kekkinum)
Lat okkum so øll somul rópa eitt leingi livi fyri 85 ára føðingardagsbarninum:
Skótalið KFUM’s leingi livi: Hurrá! Hurrá! Hurrá! Og so tað langa: Hurrá!
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##
##med10##
##med11##
##med12##
##med13##
##med14##
##med15##
##med16##

























