Í heimsklassa

World-class er enska orðið eg velji at brúka, tá Sophilia í triðju sending úr Hoydølum í kvøld valdi ein sang hjá Eivør frá Clickhaze-tíðini, "Wall of Silence".

Birkblog:

 

Við rópara í hond, síggi eg Sophiliu sum seismografurin, ið ungdómur átekur sær í eftirkrígstíðini í nýggju Føroyum. Sama nýfunna støðið finni eg í tulkingini hjá Onnu Lovisu, tá hon velur “Røttu skógvarnir”, meðan kamera fangar plateau skógvarnar hjá Eivør, ikki bara við framúr sangrødd, men eisini ekspressivt góðari artikulatión. Fyrimyndarliga framúr, eisini við adressu til pápaleiklutir, sum næstan ikki síggjast í nútíðar føroyskari framseting. Enn ein frálík spírasending úr Hoydølum, hesuferð drivin og borin fram av einum ríkari kensluregistari enn áður.

Les meira her: Í heimsklassa