Hin 1. januar í ár var eitt ár liðið, síðan Dennis Holm gjørdist borgarstjóri í Vágs kommunu.
- Eg haldi, at tað gongur rættiliga væl í kommununi. Tá vit løgdu til brots, settu vit okkum nøkur mál. Summi ting, sum vit hava gjørt, eru lutfalsliga einføld, kosta ikki pengar, men krevja nógva orku.
Nú tað stundar til jóansøku, sum í ár verður í Vági, vísir borgarstjórin á, at millum málini er fáa fólkið í kommununi at broyta hugburð.
- Gundtankin í hesum er at fokusera á tey positivu tingini í kommununi heldur enn á tey negativu. Vit hava soleiðis brúkt rættiliga nógva orku upp á at varpa ljós á, at nógv positivt hendir í okkara kommunu.
Dennis Holm ásannar, at tey soleiðis hava eina rættiliga miðvísa ætlan um at minna fólkið á, hvussu fantastiskt tað er at vera ein partur av Vágs kommunu.
- Tað er líka sum við í eini heildarætlan, at vit hava fólkið her á staðnum - frá tí, tey eru nýføðingar, til tey eru umleið 20-21 ára gomul. Vit hava tey her í eini 20 ár, har vit kunnu ávirka og geva teimum eina góða og positiva mynd av okkara kommunu.
Hann sigur, at kommunan brúkar nógva orku upp á tey tingini, sum kommunan soleiðis kann ávirka - at her eru góðir karmar, eitt nú barnagarður, fólkaskúli, frítíðar-og mentanartilboð.
- Eftir okkara tykki er tað umráðandi, at børnini og tey ungu fáa eina góða mynd av, at her var gott at veksa upp.
Borgarstjórin vísir á, at Vágs kommuna hevur vøggustovu-og barnagarð, fólkaskúla, ungdómshús, sum er ógvuliga væl móttikið, og í kommununi er ein røð av frítíðartilboðum, eitt nú ítrótt, musikkskúli, skótar og onnur mentanarlig tilboð. Í Vági er soleiðis nógv at fara til.
- Vit hava sett okkum spurningin og arbeiðssetningin, hvørji ting kunnu gerast enn betri. Vit hava fingið meira ítrótt í skúlanum og hava eina miðvísa ætlan um, hvussu tað kann gerast enn lættari hjá ungdóminum at gerast partur av ítróttarfelagsskapum.
Hann sigur, at ert tú partur av einum ítróttarfelagsskapi, hoyrir tú til ein bólk, og hoyrir tú til ein bólk, ert tú innan fyri og ikki uttanfyri. Her er talan um ymiskar ítróttargreinar, eitt nú svimjing, fótbólt og hondbólt.
Dennis Holm sigur, at tað sama er gjørt í barnagarðinum, har kommunan hevur sagt, at tey gjarna vilja hava meira ítrótt inn í barnagarðin fyri at venja børnini við, at tað er náttúrligt at ganga til ítrótt.
- Hetta er bæði fyri teirra egnu heilsu og fyri, at børnini tíðliga skulu kenna seg sum ein part av einum bólki, sigur borgarstjórin í Vágs kommunu.