- Vit renna, hoppa, spæla, bólta rút, syngja, flenna og hava tað ordiliga stuttligt.
Tað siga tær báðar, Hildigunn og Oda Sonja, sum standa aftanfyri tiltakið - mikrohondbóltur - sum er í fimleikarhøllini í Stranda skúla hvønn hósdag frá klokkan 17.10 til 18.10.
Tær siga, at øll børn, sum eru millum tvey og fýra ár, eru hjartaliga vælkomin í fimleikarhøllina saman við foreldrum hvønn hósdag seinnapart.
Eisini Sjóvar kommuna, sum eigur viðheftu mynd, heldur, at hetta er eitt frálíkt tiltak.
Tiltakið í fimleikarhøllini í Stranda skúla hevur verið fyriskipað síðan seinasta heyst.
- Góðir hondbóltsspælarar byrja tíðliga. Hetta er eitt sera gott tiltak. Undirtøkan er góð, og bæði børn og vaksin hugna sær óført, sigur Sjóvar kommuna.