Í gjár seldi Fiskamarknaður Føroya stívliga 106,6 tons av fiski fyri góðar 2,1 miljónir krónur. Hetta gevur ein samlaðan miðalprís á 20,35 krónur fyri kilo.
Fiskasløgini á marknaðinum í gjár vóru serliga toskur, svartkalvi, havtaska, kongafiskur og hýsa.
Hetta eru alt dýr fiskasløg, sum øll lyfta væl undir fiskaprísin.
Toskur 2 og toskur 3 fingu miðalprísin 17,39 og 17,09 krónur fyri kilo, og besti hýsuprísurin var 20,51 krónur fyri kilo.
Prísurin á havtasku lá á stívliga 26 krónum, og prísurin á svartkalva lá oman fyri 32 krónur fyri kilo.
Kongafiskur lá úr 12,87 upp í 19,20 krónur fyri kilo.