Góðar vónir um at vit basa koronu – enn einaferð

Vit kunnu ikki siga, at vit hava fult tamarhald á smittuni

Í gjár var annar dagurin á rað, at vit funnu átta tilburðir av koronu. Og Pál Weihe sigur, at hetta strikar undir, at avgerðin um at mæla frá øllum sosialum tiltøkum hesa næstu vikuna, var røtt.

 

– Vit kunnu ikki siga, at vit heilt hava tamarhald á smittuni í løtuni og tí mæla vit til at av avmarka sambandið við onnur fólk í eina viku. Tað merkir, at fólk skulu ikki hava samband við onnur enn starvsfelagaðar og húsfólk, tí hittast fólk við ítróttarvøllir, á stevnum, í føðingardøgum og øðrum veitslum, er vandin fyri smittu stórur – samstundis sum at tað verður verrið at at fáa greiði á smittuketunum.

 

Pál Weihe sigur, at halda fólk seg til hesi tilmælini, hevur hann góðar vónir um at tað fer at eydnast okkum at basa smittuni enn eina ferð.

 

Koronaráðgevarin sigur, at ein grund til, at tey eru eitt sindur óttafull, er, at korona, sum gongur, er at talan er um tann enska variantin, sum smittar øgiliga illa. Nú eru nógv av teimum eldru, og fólk í vandabólkum koppsett og tey ungu tola smittuna nógv betri. Men tó so, eru tað eisini fleiri ung, sum verða rættiliga sjúk og mugu leggjast inn á sjúkrahús og tað kann eisini ganga heilt galið hjá teimum ungu.

 

– Men nú so nógv eru koppsett, eru vit í eini nógv tryggari støðu, enn vit vóru í. Kortini er tað neyðugt at vit gera hvørjum øðrum, og samfelagnum tann beina, at avmarkað sambandið við onnur fólk, sigur Pál Weihe.