Tað sigur Jacob Vestergaard, fiskimálaráðharri, eftir at samráðingarnar um fiskirættindi hvør hjá øðrum gingu ógvuliga væl.
Ikki tí, at føroyska sendinevndin við einum einasta orði hevur havt tann trupulleikan uppi at venda.
Nei, vit vildu ongantíð nevna tað, so at ES ikki kundi brúka tað ímóti okkum, sigur Jacob Vestergaard.
Hann væntar tó, at stongsulin móti føroyskum skipum í ES havnum verður tikin av skjótt.
Tað gevur góðar væntanir, at vit nú hava fingið eina avtalu við ES á so nógvum økjum, so eg rokni við, at stongsulin verður avtikin rættiliga skjótt, sigur Jacob Vestergaard.










