Ætlanin hjá SEV at gera eina vindmyllulund í Húsahaga við Havnina, nærkast
Tað er nú greitt, at tað verður J&K Petersen sum hevði lægsta tilboðið upp á at gera koplingsstøðina.
Teir kunnu gera hana fyri slakar 16 milliónir krónur, sigur SEV. Eitt annað tilboð kom inn og tað var frá Articon, sum kann gera hana fyri 600. 000 krónur meiri.
SEV og Landsbyggifelagið fara nú at meta um tilboðini, áðrenn endalig støða verður tikin til, hvør fær arbeiðið.
Arbeiðið fer í gongd, so skjótt avgerðin er tikin, og koplingarstøðin skal eftir ætlan verða liðug um árskiftið 2014-15.
Koplingarstøðin í Húsahaga skal flyta streymin frá vindmyllunum út á 60 kV flutningsnetið hjá SEV.
- Støðin fer at geva høvuðsstaðnum og Suðurstreymoy eina tryggari elveiting. Harumframt skal koplingarstøðin hýsa serstøku battarískipanini, sum verður ment til vindmyllulundina í Húsahaga at javna streymin frá myllunum út á elnetið fyri at tryggja eina støðuga streymveiting frá myllunum.
Byggilistarliga er Koplingarstøðin lagað eftir landslagnum, og umframt tann tøkniliga leiklutin, verða eisini bygd undirvísingar- og sýnishøli at eygleiða vindmyllurnar og framleiðsluna í húsinum, sigur SEV.
|










