Leygardagin 11. juli skipar B36 á øðrum sinni fyri Adidas Summar Cup í Gundadali og á Tórsvølli. Tilmeldingarfreistin til kappingina er í kvøld, men longu nú hava 80 lið teknað seg til kappingina, og er hetta er umleið 30 meira enn í fjør. Hetta kunnger felagið í tíðindaskrivi.
- Vit eru sera fegin um, at kappingin hevur fingið so góða undirtøku, og vit gleða okkum til at bjóða øllum vælkomin í Gundadali og á Tórsvøll 11. juli, sigur høvuðsfyriskiparin, Andrass Thomsen, ið er umsitingarligur samskipari hjá árstalsfelagnum.
Kappingin verður sett av borgarstjóranum í Tóshavnar Kommunu, Heðin Mortensen, leygardagin 11. juli kl. 10.00, og aftaná koma Lars Munck og Simon Larsen frá msfreestyle.dk at hava eitt fótbóltshow. Nógv annað spennandi verður eisini á skránni hendan dagin, millum annað Street fótbóltur, fótbóltsskattajakt, svimjing og bowling.
- Evsta mark at melda til er í kvøld á midnátt. Nú tað eru so nógv lið tilmeldað, so eru tað nógv praktisk viðurskifti, ið skulu fáast uppá pláss, og tí er hetta eitt veruligt evstamark, sigur Andrass Thomsen og leggur aftrat, at í fjør ringdu fleiri at melda til aftaná ásettu freistina, men hetta verður ikki møguligt í ár.
Tilmeldingin fer fram á www.summarcup.fo.