Glyvrar: Fyrsti fólkaskúlin í landinum farin undir móttøkuflokk

Týsdagin ífarnu vikuni byrjaðu fyrstu næmingarnir í móttøkuflokki í Runavíkar kommunuskúla. Teir yngstu næmingarnir, sum eru tríggir í tali, byrjaðu fyrst, og í komandi viku koma teir næstu fimm, sum eru í miðdeild og hádeild. Móttøkuflokkurin heldur til á bókasavninum í skúlanum á Glyvrum.  

 

Hetta skrivar Skúlablaðið á skulabladid.fo.

 

Tað var beint undan jólum, at Runavíkar kommunuskúli fekk játtað 8 skúlatímar um vikuna til móttøkuflokkin, og síðan hevur verið roynt at fyrireikað hann, soleiðis at undirvísingin kann byrja. Undirvísingarstýrið hevur játtað skúlanum tímar til royndarætlanina við teirri treyt, at móttøkuflokkurin er fyri næmingar úr øllum skúlunum á Skálafjørðinum. Fyribils er tó bara talan um næmingar í Runavíkar kommunuskúla. 

 

- Vit hava nógvar næmingar í skúlanum, sum fáa undirvísing í føroyskum sum annaðmál. Hetta skúlaárið eru tey 44 í tali, men summi teirra hava føroysk foreldur, summi eru føroysk og hava búð nógv uttanlands, og sum eru útlendsk og hava búð leingi í Føroyum og skilja eitt sindur av føroyskum. Tey eru ógvuliga ymiskt fyri málsliga, men tey koma ikki undir tað, sum móttøkuflokkurin er ætlaður til. Umframt hesar 44 næmingarnar hava vit 8 aftrat, sum als einki skilja av føroyskum, norðurlendskum ella enskum. Tvey teirra hava franskt sum annaðmál. Tað eru hesi, sum vit skulu røkka við móttøkuflokkinum, sigur Hans Michael Mittúni, varaskúlastjóri í Runavíkar kommunuskúla. 

 

Næmingarnir í móttøkuflokkinum spenna víða í aldri, heilt frá 1.-9. flokk. Tað, teir hava í felag, er, at teir einki duga av føroyskum og nýliga eru komin til landið – í hesum skúlaárinum. Lærarin, sum undirvísir teimum, er í ferð við at taka eftirútbúgving í undirvísing í føroyskum sum annaðmál. Undirvíst verður tveir skúlatímar á morgni fýra dagar um vikuna. Av tí at byrjað verður mitt í skúlaárinum, heldur royndarætlanin fram til summarsteðg og síðan verður eftirmett. Tá ið byrjað verður aftur eftir summarfrítíðina, er hugsandi, at ymsar broytingar verða gjørdar, skrivar www.skulabladid.fo millum annað og har sæst greinin í fullari longd.