GLS fyri 8. ferð í Norðurlandahúsinum

Hundraðtals av leiðarum og øðrum hittast til árligu leiðsluráðstevnuna.

Fyri 8. árið á rað verður nú skipað fyri leiðsluráðstevnuni The Global Leadership Summit í Norðurlandahúsinum.


Hini árini hava yvir 400 fólk luttikið umframt at 300 ung møtast fríggjakvøldið.
Leiðsluráðtevnan GLS, sum verður í Norðurlandahúsinum 15. og 16. januar, hevur tað aðalmál at geva íblástur og amboð, til at menna fólk sum leiðara á øllum økjum.


Fyrilestrarhaldararnir hava sera ymsar starvsroyndir og geva tí ymisk vinnulig og andalig ráð, ið á hvør sín hátt kveikja og bjóða av.


Føroyska íkastið í ár er Jan Ziskasen, nýligi setti stjórin á Føroya Tele. Hann fer at greiða frá sínum royndum sum leiðari í altjóða fyritøku og hvussu tað er at leiða starvsfólk og at náa ítøkilig mál.


Útlendsku fyrilestrarhaldararnir eru m.a. Bill Hybels, stovnarin av GLS, og Horst Schulze, stjóri í hotellketuni Capello Hotel Group, sum vísir hvussu ein kann veita ta bestu kundatænastuna.


Dr. Brené Brown, professari kemur at tosa m.a. um hvussu mistøk kunnu gerast størsti møguleiki til at vísa dirvi.


Fríggjakvøldið er møguligt hjá ungum at verða við til Ung-GLS. Á skránni verður  ein fyrilestur við Bryan Lorrits, dansiframførsla og góður tónleikur. Ung-GLS er ókeypis, men neyðugt er at melda til, tí plássið er avmarkað.