Tað er ov nógv at brúka hundraðtals milliónir til undirsjóvartunnil til 21 fólk
- Fer tað at kosta hundraðtals milliónir at gera undirsjóvartunnil í Hest, skulu vit gloyma alt um tað.
Tað sigur Bárður Nielsen, tingmaður fyri Sambandsflokkin og formaður í fíggjarnevndini.
Tá ið Løgtingið viðgjørdi undirsjóvartunlarnar hósdagin, varð upplýst, at tað fer at kosta einar 300 milliónir at knýta Hest upp í undirsjóvartunnilin ímillum Streymoy í Sandoy.
Flestu tinglimir vóru rættiliga lunkaðir í sínum fráboðanum um hetta og vildu ikki siga hart, hvørja støðu teir høvdu.
Greiðast í síni útsøgnum var Bárður Nielsen og hann gjørdi greitt, at kostar tað hundraðtals milliónir at knýta Hest upp í tunnilin, skulu vit gloyma alt um tað beinanvegin
Tað búgva hóast alt bara 21 fólk í Hesti og tí ber ikki til at játta hundraðtals milliónir til undirsjóvartunnil til so fá fólk
Men hann sigur eisini, at kann Hestur knýtast upp í tunnilin fyri lítið og lætt, ”kunnu vit í øllum førum hyggja upp á tað”.
- Men treytin hjá honum fyri at knýta Hest upp í, er, at tað kostar minni enn 100 milliónir og ikki ávirkar trygdarviðurskiftini í tunlinum.
Hann sigur, at hetta er ein spurningur, hann vónar, Løgtingið fer at kannað, áðrenn endalig støða verður tikin.
Í hesum samband nevnir hann, at ein bíligari loysn, sum hevur verið nevnd, er at gera støðupláss undir Hesti og so eina lyft til fólk og lættan farm upp í.
Men skal Hestur knýtast upp í tunnilin, verður hann nakað væl longri og tað kostar sjálvandi, leggur hann afturat.
Hann er tískil av teirri sannføring, at vit mugu nokk heldur sláa okkum til tols við, at fyribils verður ferðasambandi til og úr Hesti røkt við skipi.
Hann mælir samstundis til, tyrlan verður meiri brúkt til at bøta um ferðasambandi til tey smáu plássini.
- Tað verður aldrin so stórur tørvur á sambandi til tey smærru plássini at tað loysir seg at gera tunlar til tey, sigur Bárður Nielsen.
- Kann tað gerast fyri ein bíligan pening, er støðan ein heilt onnur, tí tað kostar at hava skip siglandi. Og kunnu vit bjarga oynni fyri lítið og lætt, er tað ómakin vert, sigur Jenis av Rana.