Ein 25 ára gamal verkfrøðilesandi fær 23 milliónir krónur í endurgjaldi fyri av órøttum at hava verið fongslaður í hálvan fimta dag.
Daniel Chong var heima hjá einum vini í San Diego í Kalifornia, tá narkoløgreglan kom og rannsakaði húsið.
18.000 ecstasy tablettir vórðu funnar umframt onnur ólóglig rúsevni og vápn, skrivar tv2.
Politistarnir tóku Daniel Chong og átta onnur við á høvuðsstøðina hjá narkoløgregluni, men hann fekk skjótt at vita, at hann fór ikki at verða skuldsettur.
Kortini varð hann lagdur í hondjørn við hondunum aftan bak og settur inn í ein 4,5 fermetra kliva við ongum vindeygum.
Fangavørðurin fór frá Daniel við boðum um, at onkur kom eftir honum um 10 minuttir.
Hálvurfimti dagur gekk, áðrenn hurðin varð latin upp aftur.
Gloymdur í fýra dagar
Tá funnu fangavørðarnir hann liggjandi avmaktaðan í egnum skarni. Hann hevði kastað sær av vatninum á ein metalbonk og slokt landið fyri at fáa vætu.
Brillurnar hevði hann tugt sundur og roynt at skavað eina farvælheilsan til mammuna í armin, tí hann var vísur í, at hann fór at doyggja.
Daniel Chong lá á sjúkrahúsi í fimm dagar við vætutroti, skaddum nýrum og krampa - og oyðiløgdum vælindi, tí hann hevði svølgt glassplintur frá brillunum. Eftir teimum fýra døgunum var hann farin sjey kilo aftur.
Umframt endurgjaldið hevur málið havt við sær, at reglurnar verða herdar fyri narkoløgregluna at halda fangum aftur. Enn er tó eingin revsaður fyri harðrendu viðferðina, Daniel Chong fekk í apríl 2012.
(Mynd: K.C. Alfred/AP)