Gloymdi upphavsrættin

Í vár kunngjørdi svenski tjóðbankin, at hann hevði gjørt nýggjar pengaseðlar við myndum av nøkrum av teimum týdningarmestu svensku einstaklingunum í nýggjari tíð. Men nú er bankin komin í trupulleikar, tí tað vísir seg, at hann hevði gloymt at biðja myndamenninar um loyvi til at brúka myndirnar.

Tað kann hava við sær, at tjóðbankin noyðist at skifta myndirnar á fleiri av teimum nýggju seðlunum.

Higartil hevur bankin fingið loyvi til at brúka myndirnar av ST-aðalskrivaranum Dag Hammarskjöld og filmsmanninum Ingemar Bergman. Hinvegin hevur bankin framvegis ikki fingið loyvi til at brúka myndirnar av skaldinum og vísusangaranum Evert Taube, filmsstjørnuni Gretu Garbo og songkvinnuni Birgit Nilsson, sigur svenska sjónvarpið