Gloyma fólkini á útoyggj

Hetta er heiti á grein í Oyggjatíðindi nr. 78 , fríggjadagin 30. november .

 

Fyrst er at siga, at pástandurin í hesi grein, um at tyrlan hjá Atlantsflog ikki røkir flúgvingina til útoyggjarnar til fulnar er púra burturvið og ógrundaður, fyri ikki at siga óndsinnaður.

Veruleikin er tann, at eg havi onga grund yvirhøvur at klaga um hesi viðurskifti.

Tí undrar tað meg nógv, at ein við at lesa hesa greinina fær tað fatan, at eg havi sagt meg vera ónøgdan við hesa tænastu. Havi heldur ikki verðið spurdur, um vit eru ónøgd.

Eg havi bert rós og tøkk at bera tyrlumanningini fyri góða tænastu og vælvild í samband við okkara ferðasamband, og fari at pástanda, at tað sama er galdandi fyri hinar útoyggjarnar.