Glotti hómast í marknaósemju

Alt bendir á, at marknaósemjan millum føroyingar og bretar enn einaferð verður jólatrøll. Men kortini tykist tað nú at ganga tann rætta vegin. Árni Olafsson, samráðingarleiðari hevði sonderandi fund við bretska starvsbróðurin Brenton mánadagin. -Eftir henda fundin haldi eg meg kunna siga, at tað fyri eina ferð skyld hómast ein glotti sigur Árni Olafsson

, sum tó - av royndum gjøgnum mong ár - heldur tað vera skeivt at selja skinnið fyrr enn bjørnin er skotin. Hann vísir á, at tað eru altíð detaljur, sum skulu koma uppá pláss, og av royndum vita vit, at tað skal lítið til at koyra eina prosess av sporinum.

-Men eg kann siga so mikið, at sonderingarnar tykjast konstruktivar, og tí hómast kanska ein glotti.

Anfinn Kallsberg, løgmaður og Árni Olafsson hava hesar seinastu mánaðirnar havt ikki minni enn tríggjar fundir við Uttanlandsnevndina, og tað er eftir tann seinasta fundin í nevndini, at ein heldur positivur fundur hevur verið millum teir báðar samráðingarleiðararnar. Talan er tó enn um óformellar fundir. Fundur verður aftur í januar mánað.