Eftir 40 ár sum lækni og 30 ár sum yvirlækni í kvinnusjúkum og føðsilshjálp í Svøríki og Noreg, harav 11 ár sum sjefsyvirlækni í Svøríki og harafturat sum avloysari í Føroyum við jøvnum millumbili í meira enn 10 ár, havi eg gjørt mær nakrar tankar um strukturin í føroyska heilsuverkinum.
Føroyar er einasta land í Norðurlondum, og allarhelst einasta í øllum heiminum, sum hevur ráð til trý sjúkrahús til minni en 50.000 fólk!
Hví sentraliserar man?
Jú, av tí at man fær hægri kvalitet til lægri prís pr. kvalitetssikraða produseraða eind.
Skattapengarnir eiga at fara har diagnostikkur og behandling fer fram. Vaktpersonalið kostar tað sama, um tey arbeiða ella ikki. Funktionell kompetansa økir við mongdini av arbeidinum.
Kemur ein sjúklingur við tørv á akuttari operatión, medisinskari viðgerð, ella at eiga barn, eru nakrir basisressursir, sum eiga at vera upp á pláss døgnið runt, alt árið.
Tad eru serlæknar í gynækologi, anæstesiologi, pædiatri, kirurgi, ortopedi, radiologi og medisin við hartil hoyrandi kringpersonali av øllum slag. Harafturat blóðbanka, intensivdeild og laboratorium.
Tad kann kosta lívið, bæði hjá vaksnum og nýføðingum um hesar ressursir ikki eru upp á pláss við akuttum sjúklingum.
Smá sjúkrahús við minni ressursum enn omanfyri, geva ein falskan tryggleika við akuttari sjúku, og kostar alt ov nógvar skattapengar, sum kundu verið brúktir meira effektivt til tað besta fyri alt Føroya fólk.
Poul Martin Berthelsen
Yvirlækni