Glenn: Vilja skriva søgu við at vinna okkum víðari (FM1)

(FM1) Høvuðsvenjarin hjá NSÍ, Glenn Ståhl er varin optimist áðrenn uppgerðina móti Barry Town United

##med2##

NSÍ hevur mangan gjørt tað væl á heimavølli í Europa League og Champions League undankappingardystum, men tíverri hevur tað gingið minni væl á útivølli, og hevur NSÍ tapt samlað hvørja ferð teir hava spælt evropeiskar dystir.

Hesaferð skal NSÍ bara spæla ein dyst, og hann verður á Svangaskarði móti walisisku Barry Town United, ið ikki hevur spælt ein dyst í einari kapping í næstan eitt hálvt ár. Liðið hevur tó spælt fitt av venjingardystum seinastu vikurnar.

Glenn Ståhl sigur, at styrkin hjá Barry Town United er álopsparturin meðan teir eru klárt veikari í verjupartinum.

Glenn Ståhl sigur í samrøðu við FM1, at hansara spæliætlan er, at NSÍ-arnir skulu trýsta Barry Town United yvir allan vøllin.

- Vit vilja skapa søgu við at vera fyrsta liðið hjá NSÍ sum vinnur seg víðari, sigur Glenn Ståhl.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge, reportari hjá FM1 gjørdi við Glenn Ståhl fyri løtu síðani. 

Tróndur Arge sigur beinleiðis frá dystinum á FM1. Helgi L. Petersen verður viðmerkjari. Til ber at lurta eftir upptaktini sum er nú, og eftir dystinum HER

 

(Samrøða: Glenn Ståhl áðrenn dystin móti Barry Town United)