Glenn Ståhl: Pól Jóhannus er vælkomin

NSÍ leitar ikki beinleiðis eftir styrki, men venjarin hevur sent eina innbjóðing út

NSÍ meldaði seg av álvara inn í FM-stríðið við 2-0 sigrinum á HB mánakvøldið. Eftir dystin bleiv svenski venjarin hjá NSÍ, Glenn Ståhl, spurdur um møguliga tilgongd og um Pól Jóhannus Justinussen er upp á spæl. Hann hevur ikki spælt í fyrru hálvu, men hevur sáttmála við NSÍ.

- Pól Jóhannus Justinussen er ein fantastiskur spælari. Hann kann geva okkum nakað, sum vit kanska ikki hava í løtuni við kropsligri styrki. Millum annað í uppspælinum og tá vit hava innlegg. Um hann fær hug at møta til venjing í morgin, so skal eg bjóða honum vælkomnum, segði Glenn Ståhl við FM1 eftir dystin mánakvøldið.

Tað hevur eisini ljóðað, at NSÍ hevur verið í sambandi við Heina Vatnsdal, sum er á veg aftur til føroyskan fótbólt. Her tykist KÍ tó hava munin.