Gleið undir lending á Svalbard

Tað var hált við endan av flogbreytini í Longyearbýnum á Svalbard, tá eitt flogfar hjá SAS, sum kom úr Tromsø, lendi á vøllinum seinnapartin týsdagin.

120 ferðafólk vóru í flogfarinum, sum annars kom beint niður á flogbreytina. Tað var við endan á breytini, at flogfarið kom at koyra tvørtur um hálku og gleið, soleiðis at tað meiri at kalla stóð tvørt fyri á vøllinum, tá tað steðgaði.

- Hetta var avgjørt ikki nøkur dramatisk hending, men kortini er ikki vanligt, at slíkt hendir, sigur kunningarleiðarin hjá SAS, Knut Morten Johansen.

Eingin av teimum ferðandi fekk skaða undir tilburðinum á flogvøllinum í Longyearbýnum á Svalbard í gjár.

Tað er Svalbardposten, sum ber hesi tíðindi.