Gleðiligt, at fleiri vilja útihýsa Watson

Brandur Sandoy er avgjørdur um, at tað má vera upp til kommunurnar at gera av, um Sea Shepherd skal sleppa at brúka teir hentleikar, sum kommunurnar hava ræði á

 

 

Brandur Sandoy hevur í kvøld sent út lesarabræv, har hann fegnas um, at løgtingið hevur samtykt nýggja grindalóg.

 

Men samstundis undrast hann á, at tað ikki skal vera loyvi at steðga fólkunum hjá Sea Shepherd, tá tey koma til land okkara.

 

- Vit skulu minnast til at tey komu ikki bara til Føroya at mótmæla grindadrápi. Tey komu eisini til Føroya at leggja seg fyri og forða okkum at drepa grind. Tí ber ikki til at skáka sær innundir tey komu higar í friðarligum mótmælisørindum, skrivar Brandur Sandoy.

 

Og hann leggur afturat, at tað er gleðiligt at síggja, at fleiri kommunur hava boðað alment frá, at tey als ikki vilja hava fólk frá umhvørvisfelagsskapinum í nærumhvørvinum.

 

- Tað má verða upp til ymsu kommunurnar at gera av, hvør skal sleppa at brúka ognirnar hjá somu kommunum, og sum borgararnir har hava goldið. Undir vanligum umstøðum fer sjálvandi ongin at nokta nøkrum at brúka fasilitetir ið kommununar eiga, men tað er neyvan talan um vanligar umstøður, tá vit hava við fólk at gera, sum vilja taka matin úr munninum á bygdafólkinum.

 

Lesarabrævið frá borgarstjóranum á Sandi kann lesast HER