Poul Michelsen, landsstýrismanni, dámar væl at halda nýggjár, og honum dámar eisini væl at hava nógv fýrverk.
Tey, sum búgva í niðara enda í Gundadali, hava síðan 1970 brent bál klokkan 17 nýggjársaftan, skotið nakað av fýrverki og etið pylsur. Síðan hevur verið siðvenja, at ein granni bjóðar til gløgg, áðrenn farið verður hvør til sítt eta døgurða.
- Fyrstu nógvu árini hittist vit so aftur um midnáttina fyri at skjóta fýrverk saman, men seinnu árini eru konan og eg farin niðan til Hoyvíkar at halda nýggjár saman við børnunum, sigur Poul Michelsen.
Hvat var besta upplivingin - størsta hendingin - hjá tær í 2018?
- Tað er gleðiligt, at unga fólkið leitar aftur til Føroyar og trívist her, men tað, at HB gjørdist føroyameistari fyri meistaralið hjá monnum var staka stórhendingin.
Og hvat var tað keðiligasta í 2018?
- Tað er keðiligt, at vit hava brúkt so nógvar óneyðugar kreftir uppá at sannføra danir um, at felagsskapurin okkara millum ikki er tíðarhóskandi og ger størri skaða enn gagn.
Hevur tú sett tær nakað serstakt mál fyri 2019?
- At vit framhaldandi tryggja ein haldføran búskap, og at vit fáa størri uttanríkispolitiskt ræði sjálvi at samráðast við onnur lond og fáa limaskap í altjóða felagsskapum. At vit eitt nú fáa sjálvstøðugan limaskap í Olympiska felagsskapinum og kunnu luttaka og kappast sum føroyingar undir Merkinum, sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður.