Í hesum døgum er ein skúlaflokkur frá Vestegnens privatskole á seturskúla í Føroyum. Tey komu til Føroya týsdagin og fara avstað aftur leygardagin.
Mikudagin fóru tey út á Nólsoyarfjørð saman við Norðlýsinum og Birgiri Enni. Ætlanin var at royna fiskieydnuna við tráðu.
Miðlahúsið fekk eitt orð á tvey teirra áðrenn fráferð og spurdi, hvørjar vónir tey høvdu um túrin, og hvat tey gleddu seg mest til her í Føroyum.
Ísak Z. Laksáfoss gjørdi upptøkurnar fyri Miðlahúsið.