Frank Davidsen
Í skjótt 10 ár hevur fólkaflokkurin sitið við flogvallarmálinum og eingin ivi er um, at stóð tað til sitandi landsstýrismann, so var útbyggingin av Vága floghavn ongantíð loyst úr hafti.
Ein kann siga, at táverandi landsstýrismaður fólkafloksins veruliga saboteraði útbyggingina av Vága floghavn, tá hann kravdi at danir skuldu gjalda.
Bragdi, ið sitandi løgmaður gjørdi við at loysa málið, er kanska nógv størri enn vit geva okkum far um.
Tí eingin sum helst ivi er í míni sál, at tók løgmaður ikki um endan nú, so var eingin útbygging av Vága floghavn farin fram í hesum valskeiði.
Vit kunna bert ímynda okkum um hvørjar avleiðingar tað hevði havt fyri Vága floghavn, um samgongan frá 1998-2002 tók við aftaná komandi løgtingsval og málið ikki varð loyst. Øll 8 umboð tjóðveldisfloksins standa sum ein maður ímóti útbyggingini av Vága floghavn, sostatt kundi sitandi landsstýrismaður hildið áfram við at lagt fótonglar fyri Vága floghavn.
Úrslitið ella grundgevingarnar høvdu tá verið at nú var komið so langt áleiðis við kanningunum og projektering av nýggjum flogvølli, at tær 30 mill. kr. sum ætlanin var at nýta til Vága floghavn, samfelagsliga loystu seg betur at nýta til »nýggja flogvøllin«.
So fólkaflokspolitikkarar haldið uppat við at profilera tykkum við útbyggingini av Vága floghavn, tí sum Haldur Hansen, sáli segði, kundi flogvøllurin rullast saman, so var hann fluttur úr Vágum fyri langari tíð síðani.
Hinvegin so var tað eitt sætt bragd, at sitandi løgmaður uttan hovasták fekk loyst málið.