Búskaparráð
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Nýggja Búskaparrráðið hevði sín fyrsta fund í Havn hósdagin, tá tað skipaði seg við Jørn Astrup Hansen sum formanni. Vit hittu hann eftir fundin og spurdu, hvussu tað kenst at hava fingið slíkan álitispost.
Astrup er sera fegin um at hava fingið áheitan um at gerast limur í ráðnum, tí tað gevur honum møguleika at koma heim til Føroya av og á og at kunna fylgja við í føroyskum viðurskiftum. Hann sær ikki nakran trupulleika í tí, at hann er dani og býr í Danmark.
Uppá fyrispurning um tað ikki kann vera ein vansi fyri starv sítt í Búskaparráðnum, at hann býr uttan fyri Føroyar sigur Jørn Astrup, at hetta nýtist ikki at vera so. Eg havi arbeitt leingi og búð her leingi her, so mín kunnleiki til hetta samfelagið er stórur. Hann vísir annars á, at allir hinir limirnir eru føroyingar ella partur av samfelagnum her, so hansara uppgáva sum formaður verður meira at samskipa, evaluera og syrgja fyri, at man raðfestir rætt. Jørn Astrup vísir á, at talan er ikki um ein enmandshær sum hann málber seg.
Fleiri fyrimunir
Hann heldur annars sjálvur, at tað kann vera ein stórur fyrimunur fyri Búskaparráðið, at hann hevur verið bankastjóri í góð 12 ár, og entá í eini hendingarríkari tíð bæði so og so. Tað hevur givið honum eitt gott innlit í føroysk viðurskifti, og hann heldur seg hava verið her nóg leingi til at síggja, at tingini útvikla seg ymiskt.
Uppá fyrispurning um hansara føroyska bankafortíð ikki kann vera ein ampi fyri hann, nú hann skal til at ráðgeva myndugleikunum sigur Jørn Astrup Hansen, at hann er ikki heftur á nakran hátt ella inhabilur, tí hann er ikki í bankanum longur. -Eg komi í Búskaparráðið við eini vitan, sum vónandi kann brúkast til nakað skilagott.
-Tú hevur altíð verið kontantur í tínum úttalilsum og ikki bangin fyri at siga tína hugsan?
-Tað fari eg at halda fram við.
-Hvønn týdning heldur tú ráðgeving frá einum búskaparráð hevur?
-Eg havi lagt til merkis, at báðir undanfarnu formenninir hava sagt, at stovnurin eigur at vera niðurlagdur. Tað er helst partur av tí frustratión, sum av og á er at finna í starvinum, eitt nú tí at orka hevur manglað. Eg vóni ikki, at eg veri partur av eini slíkari frustratión og støðu, tí eg haldi sjálvur, at tørvurin á einum slíkum ráðgevandi útvalgi er stórt. Eg haldi, at tørvurin, líka síðani at gamla ráðgevandi nevndin varð slep, á eini meting av føroyskum viðurskiftum hevur verið stórur. Avgerandi spurningurin er at seta neyðuga orkuna av til hetta týdningarmikla arbeiðið.
Havi harða húð
Jørn Astrup sigur seg vóna, at onkur kann brúka teirra ráðgeving. -Eg sigi ikki, at man skal fylgja tí men man skal kunna fyrihalda seg til hesa ráðgeving. Og hann leggur aftrat: -Eg havi harða húð, skuldi onkur komið eftir mær.
Uppá fyrispurning hvat hann heldur um støðuna í føroyska samfelagnum og búskapinum í løtuni sigur Jørn Astrup, at hann nú fer at kunna seg um støðuna og fylgja gongdini. Hann ynskir tí ikki í verandi løtu at gera nakrar forhastaðar niðurstøðu men viðgongur, at tað er eitt ávíst slag av bjartskygni og ávísari uppdrift í Føroyum í løtuni og her ikki minst viðvíkjandi forbrúkinum og sigur seg vera eitt sindur kløkkan av tí oftani euforiska stemningi, sum tú møtir nógva staðni í Føroyum í dag.
Hann sigur seg tó ikki kenna aktuellu støðuna í búskapinum til fulnar men staðfestir, at tað búskaparliga hevur gingið væl seinastu mánaðirnar, hóast hann ikki kennir orsøkina til tess.