? Eg eri sera fegin um, at ongin skaði stóðst av.
Tað sigur Hans Erik Jacobsen. flogskipari.
Tað var hann, sum var skipari á tyrluni hósdagin, tá ið hon skuldi flyta vitan út í Stóru Dímun.
Men sum tað sæst á greinini omanfyri, hekk ein maður uppi í, tá ið tyrlan lyfti sær upp frá við vitanum hangandi niður úr sær.
Hans Erik Jacobsen er eisini leiðari á tyrludeildini og hann sigur, at slíkt eigur sjálvsagt ikki at koma fyri.
Og tað er heldur ongantíð komið fyri fyrr.
Sjálvur hevur hann flogið yvir 10.000 flutningsferðir sum hesar, so hann hevur drúgvar royndir á økinum.
?Men nakað sum hetta er ongantíð hent fyrr, sigur hann
Hann sigur, at ongin hevði skyldina av tí, sum hendi, uttan hann sjálvur.
Hans Erik Jacobsen sigur, at hann er ógvuliga harmur um tað, sum hendi.
? Men tað, sum eg hugsi mest um nú aftaná, tað er, at maðurin ikki datt av so at vanlukka stóðst av hesum og tað eri eg ómetaliga fegin um, sigur hann.
Flogskiparin sigur tað var ein samanspæl ímillum ymisk viðurskifti, sum gjørdi, at hetta mistakið hendi.
?Eg fór avstað, áðrenn maðurin var sloppin niður av vitanum aftur. Stórt meiri er ikki at siga um tað.
Hann sigur, at hann var komin nakað út av keikantinum, tá ið hann sá mannin í speglinum og bakkaði inn aftur við honum.
Men hann sigur, at tað var eisini tann nógvi vindurin, sum gjørdi, at, at tað endaði, sum tað gjørdi.
? Talan var um rættiliga ein tungan flutning. Og fyri at halda tyrluni stúttari í luftini, settu vit eitt sindur á fyri at tátta línuna. Men tað var frískur vindur inn á gronina, og tað var altso nóg mikið til at tyrlan fór uppfrá, hóast eg ikki ordiliga hevði sett á til at lyfta slingið.
?Eg helt sjálvandi, at maðurin var liðugur, men tað var beinanvegin, at eg sá hann í speglinum, so eg fekk bakka innaftur við honum.
Hans Erik Jacobsen sigur at hendan hendingin fær teir ikki at broyta mannagongdina, tá ið slíkur flutningur skal gerast.
?Slíkur flutningur kann ikki avgreiðast øðrvísi, enn hann verður nú.
? Tað einasta, vit mugu gera, er at leggja okkum í geyma at hugsa um hvønn annan, tá ið vit arbeiða.
? Tað gera vit sjálvandi sum er og eitt óhapp kann altíð henda.
Men hendan hendingin er so ein áminning á okkum um, hvussu neyðugt tað er at vit hugsa um hvønn annan, sigur Hans Erik Jacobsen.
? Eg vil bara vóna, at eg ikki komið úti fyri nøkrum slíkum aftur, leggur hann afturat.ar. Kórsamband Føroya, sum hevur skipað fyri kappingini, hevði einki við konsertina at gera annars,nýtti bara konsertina sum eitt hóskandi høvi.
At Brahms var innhugsin og hevði heldur tungt sinnalag fingu áhoyrarnir í ríkt mát at kenna á konsertini sum heild. Ein Deutsches Requiem er eins og Schicksalslied í tí ?tyngra endanum? av tónleiki hansara. Tað er í 7 pørtum, sum íalt varaðu í einar 70-80 minuttir. Hóast messan fellur í tveir høvuðspartar, har partarnir 4-7 leiða tankarnar móti uppreisn og himmalskari sælu, meðan partarnir 1-3 meiri eru merktir av sorg og klagu, gongur ein tráður av tunglyndi gjøgnum alt verkið. Heldur ikki í sjálvum endanum, sum er ein lovprísing, er Brahms, hóast hátíðarligur, veitsluhýrdur.
Á ferð
Kanska kom tunglyndið at merkja kvøldið í meira lagi. Eg helt meg eisini hoyra, at sangarunum vóru farnir at møðast móti endanum. Kanska skuldi okkurt lættari verk enn ?Schicksalslied? verið valt áðrenn steðgin. Í hvussu er kendist tað gott hetta góðveðurskvøld at syngja ?Einki er sum summakvøld við strendur?, sum gjørt bleiv í samband við handanina av virðislønunum.
Men hetta tekur einki frá tí stórfingnað, tí vakra og tí dragandi tónleikinum, sum vit í salinum fingu at hoyra. Ein má undrast á, at so væl er komið burturúr eftir bert nøkrum venjingum í einari viku. Sjálvt um Havnakórið hevur sungið verkið fyrr, mugu venjingarnar hava verið munagóðar, tí sum heild virkaði framførslan gjøgnumførd og fullfíggjað.
Eisini komu songsolistarnir væl frá sínum pørtum. Barytonsoloina í pørtunum III og VI hevði danin Lars Thodberg Bertelsen og sopransoloina í parti V hevði okkara egna Berghild Poulsen. Ein hoyrdi Berghild leggja nógva sál í framførsluna. Hon hevur eina stóra og vakra rødd, sum tóktist at egna seg væl til verkið. Og hon hoyrdist væl ímillum øll ljóðførðini. Sama kann ikki sigast um røddina hjá Lars Thodberg Bertelsen. Hon bleiv fleiri ferðir køvd serliga av træblásarunum, uttan tó at talan var um nakra vanlukku. Tað var stuttligt at hoyra hann veruliga bera sangin fram, og til tíðir sum ein sjónleikari tulka partar og smálutir í tekstinum.
Alt í alt eitt tónlistarligt avbera gott kvøld, sum vísir, at við kønari vegleiðing uttaneftir og samstarvi við grannarnar ?Eru vit á ferð?.
ZS










