Av øðrum í blaðnum er at nevna grein um systrar, sum ongantíð hittust í 78 ár, um vanlukkuraktan familjumann, sum er bundin í koyristóli, grein um ungar føroyingar við donskum skúlaskipi o. s. fr.
Tað er Grækaris D. Magnussen, sum er blaðstjóri á Glaðing. Hann sigur, at tað var við ikki sørt av spenningi, at teir fóru undir at geva út blaðið.
? Hóast spádómarnir frá mongum síðum vóru daprir, mettu vit, at pláss eigur at vera fyri einum øðrvísi fjølmiðli, sum eitt mánaðarblað jú er, sigur hann.
Fyrra blaðið fekk góða móttøku, seld eru millum fýra og fimm túsund eintøk.