Glóðheitt orðaskifti í tinginum

Orðaskiftið á tingi er rættiliga hart í løtuni, har sjófeingislógin er til 3. viðgerð, og løgtingsformaðurin mátti fyri løtu síðani heita á tinglimirnar um at vanda sær um orðini.

Jógvan av Lakjuni, løgtingsformaður, sipaði til, at Høgni Hoydal og Jákup Mikkelsen í heitum orðadrátti kallaðu hvønn annan lygnara.

 

Høgni Hoydal, formaður tjóðveldsins, legði eftir bæði Christiani Andreasen og Jákupi Mikkelsen á tingsins røðarapalli, har hann vildi vera við, at teir lóggóvu virðir beint niður í lumman hjá fyritøkum, ið stóðu teimum nær.

Hetta fekk Jákup Mikkelsen at tala at.

– Eg toli ógviliga væl, at Høgni sleingir út, tað sum hann ger. Tað fer ikki inn um húðina, segði Jákup Mikkelsen, og legði aftrat, at Høgni Hoydal skuldi tikið við barnalærdóminum frá foreldrunum um ikki at lúgva.

Jákup Mikkelsen vildi eisini hava at vita frá Høgna Hoydal, hvussu nógvar milliónir undanfarna samgongan hevði givið teimum stóru fýra.

– Harra formaður, ikki nakað sum helst. Hendan lygnin hjá Jákupi Mikkelsen... undanfarna samgonga - áðrenn hon kom til - høvdu tey stóru reiðaríðini alt. Hvørt einasta kilo av uppisjóvarfiski, segði Høgni Hoydal og legði aftrat, at táverandi samgonga minkaði um virðini hjá teimum stóru aktørunum.

– So hava tit beinleiðis við lóg, við singlerari lóggávu, givið einum felag hjá Jákupi Mikkelsen, sum svágur hansara eigur saman við hollendingum, virði yvir 12 ár fyri yvir 900 milliónir til 1,2 milliard. Tað er eitt faktum, og eg kann endurtaka tað. Eg skal skriva tað út, so eg kann saksøkjast. Tora tit ikki at saksøkja meg, so hava tit viðgingið, at tað er rætt, segði Høgni Hoydal, sum sostatt endurtók, at hann tordi væl at verða saksøktur fyri útsagnirnar.

Tá helt Jógvan á Lakjuni fyri, at tinglimirnir skuldu vanda sær um orðini, og at teir skuldu ansa sær við at nevna fólk, ið ikki vóru til staðar í salinum, og sum sostatt ikki kunnu verja seg.