Gjørdi Føroya Banki sum Danske Bank fór hann logandi á heysin í 1992

Var sami avsetingarháttur nýttur í Føroya Banka, sum í Den Danske Bank, so fór Føroya Banki so logandi á heysin í 1992

? Føroya Banki gjørdi bara avsetingar fyri tær mest hopleysu íløgurnar, kemur týðuliga greitt fram í bankakanningini, sigur Bjarni Djurholm. Hann sigur eisini, at tá Marita Petersen og Finnbogi Ísakson skrivaðu undir endaligu avtaluna 12. oktober 1993, so var ov seint at venda aftur.


Men tá føroyingar høvdu tikið yvir bankan, leyp skriðan - tá komu »røttu« avsetingarnar, sum bankin hevði bíðað við, meðan Den Danske Bank var ánari