Gjaldið fyri ein løgmann?

Jenis av Rana
f. Miðflokkin

Skerjanir landsstýrisins av vælferðartænastum skuldast ikki versnandi fíggjarumstøður, men er ein ábyrgdarleys politisk raðfesting!

Í dag stendur farandi ættarliðið fyri skotum, herfyri vóru ta tey nýføddu á føðideildini og tey sálarliga veiku, og boðað er frá at trygdin á arbeiðsplássunum stendur fyri næsta niðurskurðartørni.
Versnandi fíggjarvánir tykjast øll verða so rørandi samd um er orsøkin.
Men er hetta so?
Miðflokkurin metir at ábyrgdarfull raðfesting av virðum samfelagsins hevði forðað fyri at hesi veiku økini guldu prísin, men í landsstýrinum tykist eingin vera, sum kennir ábyrgd fyri hesum økjum. Har velur man tíverri eina øðrvísi raðfestan.
Tá Miðflokkurin legði eitt sosialt raðfest broytingaruppskot fram til skattalættauppskot landsstýrisins, vendu ráðandi flokkanir tummulin niðureftir. Hetta uppskotið, ið fakfeløgini høvdu evnað til, hevði, umframt at verða sosialt rættvísari, spart 14 mió. kr. Men landsstýrið raðfesti skattlætta til tey múgvandi framum.
Í dag høvdu hesar 14 mió. komið væl við at verja vælferðartænasturnar.
Meginpartin av várinum royndu andstøðuflokkar og aðrir ábyrgdarborgarar at forða fyri eina høpisleysari flytan av miðnámsskúlanum í Vági til Hovs, m.a. tí at hendan 100% óneyðuga flytanin lættliga fer at kosta eitt tveyciffra milliónatal. Hugsar tær tann stuðul hesar burturblakaðu milliónir ístaðin kunnu verða undir vælferðina?
Var Løgtingið til arbeiðis í hesum døgum, hevði Miðflokkurin lagt uppskot fram um aftur at broyta avgerðina um at flyta skúlan úr Vági, og at brúkt sparda peningin socialt rætt . Møguleikin býðst okkum tíverri ikki fyrrenn eftir Ólavsøku, men hervið er hugskotið farið til landsstýrið.
Bert knappir 2 mðr. eru farnir aftur um síðani samgongan, uttan at blúgvast, samtykti at játta nøkrum útvaldum 2 mió. árliga í stuðuli í 3 fylgjandi ár. Eins lætt tað var at finna grundgevingar fyri hesum stuðli, átti at verið at funnið grundgevingar fyri at byggja garð um vælferðina hjá tí ættarliðinum, sum løgdu lunnar undir ta vælferðarsamfelagið, sum dagsins politikkarar hava sum forrætt at umsita.
At siga at versnandi fíggjarvánir eru orsøk til syrgiligu aktuellu sparingar á veiku samfelagsøkjunum er ikki rætt. Skeiv og manglandi raðfesting er høvuðsorsøkin!
Óskiljandi at hetta hendir, meðan flokkurin, sum áður vardi tey veiku, situr við leiðslu landsins. Er hetta prísurin fyri at fáa løgmansheitið, so má sannast at hann gjørdist vanliga føroyinginum dýrur.
Minnist eingin farnar dagar og grundleggjandi hugsjónir?
Sova øll?