Gjalda ikki fólkinum løn

Tað eru reiðarar, sum ikki hava goldið fólki tað, sum tey eiga til góðar. Tað segði Jan Højgaard, formaður í Føroya Fiskimannafelag, í ársfrágreiðing á landsfundinum í gjár.

Fleiri hava bíðað eftir hýruni í fleiri mánaðir, og sjálvsagt eru fólk illa sperd, um lønin ikki verður flutt.

- Tað hevur fingið reiðarar at rópa upp um, at okkurt má gerast, tí teir fáa ikki fólk. Hvat við at gjalda lønina, so teir høvdu sluppið undan hesum?, spyr Jan Højgaard.